| Luttøka á oljuráðstevnu í Stavanger | Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Torbjørn Jacobsen, havnameistari og Klæmint Østerø, formaður í vinnu- og havnarnevndini hava hesa vikuna verið í Stavanger á ráðstevnu. Sambært Portalinum hevur ein av luttakarunum, Terje Hagevang, sagt, at hann metir góðar møguleikar vera fyri at finna olju í Føroyum.
Terje Hagevang var millum fyrstu jarðfrøðingarnar, sum vitjaði í Føroyum fyrst í nítiárunum, tá áhugin fyri føroyskari oljuleiting av álvara byrjaði. 26-08-2010 |  |
|
|
| Nýggjur havnameistari í Runavíkar kommunu | Býráðið hevur í kvøld sett Tórbjørn Jacobsen í starv sum havnameistari í Runavíkar havn. Umframt havnalagið í Runavík umfatar havnaøkið Glyvrar, Søldarfjørð, Skála, Oyndarfjørð og Funningsfjørð. Harafturat eru eisini fleiri smærri lendingar og bátahyljar í kommununi. Afturat havnameistaranum eru 2 havnaumsjónarmenn í starvi. 24-06-2010 |  |
|
|
| Nýggi Tróndur í Gøtu á Runavík | Í dag kl. 17 kemur nýggi Tróndur í Gøtu á Runavík at liggja nakrar dagar, meðan skipið verður gjørt klárt. Tróndur fer fyrst inn á Gøtuvík at venda, men av tí, at skipið stingur so djúpt, ber ikki til at leggja at.
Tróndur í Gøtu skal liggja við nýggju bryggjuna, sokallaðu oljukeiina. Væntandi og vónandi vera nógv fólk og taka ímóti hesum stásiliga fari. M.a. skipar Eysturkommuna fyri bussflutningi av skúlabørnum, sum koma til Runavíkar at taka ímóti skipinum. 24-03-2010 |  |
|
|
| Skálafjarðartunnilin | Magnus Rasmussen, borgarstjóri, fegnast um, at lógaruppskot um Skálafjarðartunnilin nú er borið í tingið (sí viðf. tíðindaskriv). 03-03-2010 |  |
|
|
| Nýtt skip til Runavíkar | Enn eitt skip gerst nú partur av føroyska farmaskipaflotanum. Tað er Frakt & Sandsølan í Runavík, sum hevur økt um farmaskipaflotan.
Felagði Frakt & Sandsølan í Runavík hevur nú fingið eitt skip aftrat. Talan er um farmaskipið Sava Hill, ið hevur havt heimstað í Panama.
Sava Hill verður skrásett í føroyska flotanum í næstu viku, og heimstaðurin verður Runavík.
Álvur Højgaard, reiðari, vil ikki upplýsa keypsprísin, men sigur, at hetta er eitt skip, sum ofta hevur verið í Føroyum við last.
Nýggja skipið hjá Frakt & Sandsøluni kemur at sigla mest millum Føroyar og Noreg við rávøru til fóðurframleiðslu.
Við portalin www.skipini.com sigur reiðarin, at Sava Hill fær navnið Havnes.
Havnes er góðar 75 metrar langur og 14 m breiður. Skipið, sum er smíðað í 1991, hevur eina deyðvekt uppá 3100 tons. 23-12-2009 |  |
|
|
| Kvinnuligir býráðslimir á FaroExpo | Av 11 býráðslimum í Runavíkar býráð eru tríggjar kvinnur. Í dag vóru tvær teirra á FaroExpo, sum í hesum døgum verður hildin í Runavík
Tær vórðu báðar valdar á seinasta býráðsvali. Onnur, Fríðbjørg Weihe, býr í Søldarfirði, og Beinta Olsen býr í Rituvík.
Beinta, sum til dagligt er skrivstovufólk hjá Runavíkar kommunu, har hon hevur verið í fleiri ár, er forkvinna í teknisku nevnd býráðsins. Hon hevur eisini nevndarsess í byggi-og býarskipanarnevndini.
Fríðbjørg Weihe er dagligur leiðari av Rúsdrekkasølu Landsins í Saltangará. Hetta starv hevur hon havt í eini fýra ár. Hon hevur annars arbeitt í ”rúsuni” síðan 1996.
Fríðbjørg er í tveimum nevndum í Runavíkar býráð, teknisku nevnd og sosialu nevnd.
Triðja kvinnan, sum eisini situr í Runavíkar býráð, er Sæunn Ó. Hansen, sum tilsamans hevur sitið nøkur ár í býráðnum.
Í dag hitti Portalurin tær báðar, Fríðbjørg og Beintu, á FaroExpo.
Tær eru samdar um, at vinnustevnan saman við mentanarvikuni er eitt sera kærkomið tiltak fyri økið.
- Hesi tiltøk eru áhugaverd og mennandi fyri Runavíkar økið og fyri Føroyar í síni heild, bæði vinnuliga og mentanarliga, søgdu tær báðar. 20-10-2009 |  |
|
|
| Bakkafrost ársins virki | Bakkafrost á Glyvrum varð kosið ársins virki á Vinnudegnum, sum Vinnuhúsið skipaði fyri. Avgerðin fall í Norðurlandahúsinum í gjár.
Bakkafrost fekk nógv rósandi orð í grundgevingini. M.a. varð sagt, at Bakkafrost hevur staðið seg væl seinastu nógvu árini, hóast alivinnan til tíðir hevur verið hótt.
Virkið hevði 37 milj. kr. í avlopi í fjør. Eginognin er 257 miljónir kr., og umleið 300 fólk starvast á virkinum. 26-09-2009 |  |
|
|
| Skúlarnir byrja aftur mánadagin 17. august | Mánadagin 17. august 2009 byrja skúlarnir í Runavíkar kommunu aftur, soleiðis:
Runavíkar kommunuskúli:
Øll starvsfólkini møta í skúlanum við Løkin kl. 8.00
Næmingarnir møta soleiðis:
4. til 10. flokkarnir og Ser3 møta í skúlanum við Løkin kl. 10.00
2. og 3. flokkarnir og Ser1 møta á Glyvrum kl. 10.00
1. flokkarnir og Ser4 møta á Glyvrum kl. 13.00
Næmingarnir í Ser2 møta í Lamba kl. 10.00
Skála skúli:
Lærararnir møta kl. 9.00
2. til 7. flokkarnir møta kl. 10.00
1. flokkur møtir kl. 13.15
Oyndarfjarðar skúli:
Lærararnir møta kl. 9.30
Næmingarnir møta kl. 10.00
Funningsfjarðar og Funnings skúli:
Allir næmingarnir møta í Funningsfjarðar skúla kl. 10.00 14-08-2009 |  |
|
|
| Stórur áhugi fyri Vinnustevnuni Faroexpo | Stórur áhugi fyri Vinnustevnuni Faroexpo
Fyrireikingarnar til Faroexpo, sum er í døgunum 19. – 22. oktober 2009, ganga sera væl. Higartil hava 35 fyritøkur, bæði føroyskar og útlendskar, meldað til vinnustevnuna. Málið er at fáa talið upp á 60 luttakarar í ár. Tað er nakað hægri enn í 2008.
Hetta er fimtu ferð at hendan altjóða vinnustevna verður hildin í Runavík, og er hon partur av áhugaverdu Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, sum byrjar 18. oktober og endar 25. oktober.
Faroexpo vendir sær móti ídnaðar- og tænastufyritøkum, innan fiski-, ali- og oljuvinnuna og almennum stovnum, ið eru viðkomandi fyri hesar. Faroexpo eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at hittast og byrja samstarv, sum kann økja um teirra møguleika á heimliga og altjóða marknaðinum.
Partenariat
Skipað verður fyri sonevndum partenariati í ítróttarhøllini í Runavík. Eitt Partenariat er eitt lukkað forum, tvs. at bert tilmeldaðir luttakarar hava atgongd. Partenariatið setir fokus á fyritøkur innan ymiskar vinnugreinar. Mannagongdin fyri slíkum er, at luttakararnir frammanundan stevnuna, hava ynskt at hitta aðrar luttakarar á skipaðum fundum, sum verða hildnir innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið á einum stevnubási.
Almenn Faroexpo Ráðstevna
Á vinnustevnuni verður eisini skipað fyri eini almennari ráðstevnu, sum í ár verður hildin í Løkshøll, sum er nýggja Mentanarhúsið í Runavík. Evnið á Faroexpo Ráðstevnuni 2009 er “Nútímans Leiðslustýring”. Fyra áhugaverdir fyrilestrahaldarar fara at mynda ráðstevnuna.
Talan verður um eina undirhaldandi og spennandi viku, har vinna og mentan ganga hond í hond.
Aftur í ár er tað fyritøkan Virkisráðgeving í Runavík, sum er høvuðssamskipari av Faroexpo og Mentanarvikuni í Runavíkar. Høvuðsstuðlarnir hjá tiltakinum eru Eik Banki og Runavíkar kommuna. Harumframt hevur Faroexpo nakrar smærri sonevndar Expo-stuðlar, sum eru Bakkafrost, Borg og Hotel Runavík.
Til ber at lesa meira um partenariatið og ráðstevnuna á www.faroexpo.fo.
08-07-2009 |  |
|
|
| Eystanstevnurørsludagurin væl eydnaður | Sum ein partur av Eystanstevnuni var skipað fyri rørsludegi hósdagin 18. juni.
Uml. 220 fólk, í øllum aldri møttu upp og má sigast, at hetta var ein væl eydnaður dagur. Øll fingu ókeypis t-shirt og aftaná renni-/ spákitúrin fingu øll vatn og frukt.
20-06-2009 |  |
|
|
| Skráin fyri Eystanstevnuna 2009 | Vælkomin á Eystanstevnu 2009.
Aftur í ár skipa ítróttarfeløg, áhugafeløg og Runavíkar kommuna fyri Eystanstevnu.
Eystanstevnan er enn, ein av teimum góðu gomlu summarstevnunum við nógvum góðum fjølbroyttum tiltøkum. Her er nakað fyri bæði smá og stór.
Á skránni í ár er tivoli, kabarett, ítróttur, framsýningar, konsert, dansur, bátatreff o.m.a.
Øll eru hjartaliga vælkomin á Eystanstevnu.
Sí skrá. 15-06-2009 |  |
|
|
| Gestablídni í hásæti | Hesi síðstu árini hevur áhugin fyri gomlu bygdarstevnunum verið dalandi, ivaleyst fyrst og fremst grundað á mongu stóru festivalarnar og tónleikatiltøkini, ið hava verið kring landið. Ì støðum hevur enntá verið tosað um at niðurleggja onkra stevnu, men soleiðis er avgjørt ikki í Runavík. Har stevnan fyri hvørt ár víðkar um sítt virksemi.
Tónleikur sum ofta plagar at eykenna summartiltøkini kring landið kemur eisini at seta sín dám á Eystanstevnu í ár við fleiri av teimum bestu føroysku tónleikarum.
Skráin kemur millum annað fevna um karnival, báta treff, nógvan ítrótt, tónleik, hugna og samveru, midnáttarsangi o.ø.
og fara Runavíksjingar at bjóða avbygdafolkið møguleika at vitja vinir og kenningar á Skálafjørðinum tá okkurt hendir á økinum.
Gestablídni er í hásæti. 28-05-2009 |  |
|
|
| Brandskeið í Funningsfirði og Elduvík 23 mai. 2009 | Sum ein liður í fyribyrgjandi arbeiðinum hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, har meginreglan er egin tilbúgving, verður skipað fyri brandskeiðið fyri allari bygdini.
Hesi skeið eru ætlaði bygdum, sum liggja longst frá eini brandstøð við brandbili. Sama skeið hevur verið hildið i Funningi, Selatrað, Kolbanargjógv & Morskranes, og er nú túrurin komin til bygdirnar Funningsfjørð og Elduvík, og verða tey 23 mei. Kl. 10.00 í Funningsfirði og kl.14.00 í Elduvík. Alt bygdarfólki er vælkomið, ung sum eldri.
Skriv verður sent til øll húski í Funningsfirði og Elduvík.
Sí innbjóðin niðanfyri. 14-05-2009 |  |
|
|
| SANSA | Týskvøldið 19. mai skipar Handilsmiðdepilin fyri stórum tiltaki í nýggja Mentanarhúsinum í Runavík. SANSA, sum tiltakið verður kallað, byrjar kl. 19.00 og endar kl. 23.00. Atgongumerki á 200 kr. fáast frá fríggjadegnum 8. mai í Statoil Saltangará og limahandlum.
Luttakandi handlar: Berglon, Bókabúðin, Føroya Tele, Hjá Sannu, Jungmann, Trend-floor, Ítróttur á Glyvrum, Shop-inn, Orkis, Thomas Dam Búnýti, Profa, Eik Banki, Vodafone, Elding, Vøruhúsið, Føroya Keypsamtøka, Borg og Bakaríið.
30-04-2009 |  |
|
|
| Fernisering í Heimbúðini mánadagin 4. mai | Mánadagin 4. mai verður Heimbúðin á Heiðavegi 42, í Saltangará eitt ár. Í hesum sambandi verður ymiskt gjørt burturúr við góðum og fjølbroyttum tilboðum, eins og listakvinnan Maibritt Frederiksberg fer at hava fernisering í Heimbúðini.
Maibritt Frederiksberg er sera hugtikin av litum, sum fylgja mótanum, og dámar tískil best at mála modernaðar málningar, ið fylgja tíðarandanum. Hon ger tó eisini málningar fyri fólk eftir teirra tankum, hugskotum og tørvi og við teimum litum, tey ynskja.
Nakrir av málningunum kunnu síggjast á heimasíðuni www.heimbudin.biz
24-04-2009 |  |
|
|
| Stórur áhugi fyri Árliga Vinnufundinum | Mikukvøldið 22. apríl varð skipað fyri Árligum Vinnufundi í nýggja Mentanarhúsinum í Runavík. Umleið 120 vinnulívsfólk og politikkarar úr Eysturoynni møttu til fundin.
Fundurin byrjaði við, at Rodmundur Nielsen, formaður í Eysturoyar Vinnulívsfelag, bjóðaði vælkomin. Síðan setti Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu Vinnufundin, har hann m.a. staðfesti týdningin av vinnulívinum í Eysturoynni.
Fyrsti fyrilestrarhaldari var Gunvør Balle, sendikvinna Føroya í Reykjavík. Hennara evni var Veruliga støðan í Íslandi. Ein sera áhugaverdur og upplýsandi fyrilestur, sum fór víða um og í dýpdina. Eftir hetta helt Jóhan Dahl, Landsstýrismaður í Vinnumálum, fyrilestur um karmar og vakstrarmøguleikar hjá føroyskari vinnu. Eisini nevndi hann summi ynski, ið hann, sum vinnumálaráðharri, kundi hugsa sær at sett í verk og nevndi tað arbeiði, ið liggur fyri framman viðvíkjandi raðfestingum, tá fíggjarlógin fyri komandi ár kemur fyri. Eftir hendan fyrilestur var steðgur, har Runavíkar kommuna bjóðaði øllum eitt lætt ábit í kantinuni. Triði og seinasti fyrilestrarhaldari var Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Hon viðgjørdi vinnulívið við atliti til kreppuna, sum valdar. Hon nevndi, hvat ið ansast skuldi eftir ikki at gera í hesum krepputíðum og eisini hvat er skilagott at gera. Heiti á hennara fyrilestri var Karmar fyri vinnu, tá avbjóðingarnar eru stórar.
Til seinast vóru spurningar á skránni. Bergur Poulsen var orðstýrari og kom serstakliga væl frá uppgávuni.
24-04-2009 |  |
|
|
| Barnagarðurin í Søldarfirði reistur | Í dag bleiv barnagarðurin í Søldarfirði reistur og stendur Búsetur fyri arbeiðinum.
Sí tíðindaskriv frá Búsetur niðanfyri. 23-04-2009 |  |
|
|
| Flaggdagshald í Runavík | Leygardagin kl. 15.00 skipar Runavíkar kommuna fyri flaggdagshaldi á økinum sunnanfyri Býráðshúsið.
Sæunn Ólavsdóttir Hansen flytir fram røðu og Nes Sóknar Hornorkestur spælir.
Skótar og ítróttarfólk ganga skrúgongu frá Glyvra skúla (møtt verður við skúlan kl. 14.15)
Runavíkar kommuna 23-04-2009 |  |
|
|
| Eysturoyar Vinnulívsfelag | Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri Árligum Vinnufundi í nýggja Mentanarhúsinum í Runavík, mikukvøldið 22. apríl, kl. 19.00
Vinnufundurin er fyri innbodnum og limum í felagnum. 21-04-2009 |  |
|
|
| Kongshavnar Havnastýri hevur skipað seg | Á fundi í Kongshavnar Havnastýri mánakvøldið 23. mars varð einmælt samtykt at velja Súna í Hjøllum, varaborgarstjóra úr Nes kommunu, til formann.
Hinir nevndarlimirnir eru:
Klæmint Østerø f. Runavíkar kommunu
Kári E. Jacobsen f. Runavíkar kommunu
Pole J. Hansen, f. Sjóvar kommunu
Tollakur Joensen, f. Eystur kommunu
Hvussu gamalt navnið Kongshavn er - og hvør uppruni tess er, er ikki heilt greitt. Navnið finst tó í skjølum longu frá 1650, har sagt verður, at Kongshavn er frá syðra parti av Skálafjørðinum.
Siglir tú inn eftir Skálafjørðinum og ert komin inn um Garðsenda á Toftum og Raktanga á Strondum, so ert tú komin í Kongshavn. ”Den længste fjord og samtidig tryggeste ankerplads.....” skíra fróðarrit Skálafjørðin. Tað er tí heldur ikki so løgið, at Skálafjørðurin hevur verið skipum lívd og vørn síðan Tróndar dagar, sum vit lesa um í kvæðnum ”Gøtuskeggjar”.
Tann 18. okt. 1913 kemur í gildi lóg um Kongshavn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Sambært hesi lóg skuldu kommunurnar fram við Skálafjørðin velja eina nevnd at hava ábyrgd av havnaviðurskiftunum. Henda nevnd fer til verka tann 7. februar 1914, og verður hesin dagurin roknaður sum stovningardagur fyri Kongshavnar Havnastýri.
Síðan stovnanina hava kommunurnar við Skálfjørðin havt eitt tætt og gott samstarv um havnaviðurskiftini við Skálafjørðin, so skip og bátar kunnu fáa eina so góða tænastu sum møguligt. Avlopið av inntøkunum frá havnagjaldinum verður býtt í mun til strandarlongdina hjá kommununum. Býtið er: Nes 14%, Runavík 48%, Sjóvar 23%, Eystur 15%.
Í næstum fer nýggja havnastýrið at leggja eina arbeiðsskrá fyri tey fýra komandi árini, til tess at menna møguleikarnar við Skálfjørðin enn meira.
24-03-2009 |  |
|
|
|
|
|
|